Frambrúsi kundatænastufólk sóknast til FarPay
Ert tú kundasinnað/ur og brennur fyri at veita tænastu av høgari góðsku? Trívist tú í einum fjøltáttaðum umhvørvi við skiftandi uppgávum, og hevur tú tøkniligt tev og áræði til at vegleiða og hjálpa kundum? So ert tú kanska viðkomandi, vit leita eftir til okkara kunda, FarPay.
Um FarPay
FarPay er ein væleydnað og skjóttvaksandi fintech-fyritøka við eini leiðandi SaaS-loysn, sum automatiserar og effektiviserar allan rokningarfloymin – frá rokningaveiting og samskipan av gjaldshættum til sjálvvirkandi áminningar og bókhald. FarPay integrerar við fíggjarstýringarskipanina hjá kundanum og hjálpir at spara tíð, betra um gjaldføri og minka um manuellar uppgávur. Við skrivstovum í ávikavist Keypmannahavn og Tórshavn bjóðar FarPay eitt fjølbroytt og dynamiskt arbeiðsumhvørvi við fleksibiliteti og professjonalismu; hvønn dag verður arbeitt fyri at skapa virði fyri teirra umleið 1.500 kundar.
Um toymið
Tú verður partur av einum ágrýtnum og vaksandi toymi við Jákup Martin Vandsdal, COO, sum leiðara. Umframt viðkomandi, vit nú sóknast eftir, telur toymið fýra starvsfelagar. Sambært vakstrarætlanunum hjá FarPay eru fleiri menningarætlanir fyri toymið longu á veg.
Um starvið
Vit leita eftir einum persóni, sum trívist í einum kundasavnaðum leikluti og er íðin at tryggja tænastu av framúr góðsku til kundarnar hjá FarPay. Tú verður partur av einum toymi við framsøknum málum, og tú fært møguleika at vera við at mynda arbeiðsháttin. Tú noyðist ikki at duga alt frá byrjan; týdningarmest er, at tú hevur rætta hugburðin og viljan at læra. Innlit í bókhald og roknskaparligar arbeiðsgongdir er ein greiður fyrimunur, serliga viðvíkjandi skuldarabókhaldi. Hevur tú eisini kunnleika til fíggjar- og roknskaparskipanir, er hetta ein stórur fyrimunur. Tað hevur minni at siga, hvørja útbúgving tú hevur. Tó er tað ein fyrimunur, um tú hevur meira enn tvey ára royndir innan kundatænastu í viðkomandi vinnu, til dømis innan fintech, SaaS ella bókhald.
Tínar arbeiðsuppgávur fevna millum annað um at:
- Veita munagott 1st-level support sum fyrsta tekt við kundar umvegis teldupost og telefon
- Svara spurningum og veita yvirskipaða vegleiðing um loysnirnar hjá FarPay
- Skráseta, skjalfesta og avgreiða tænastuveitingar í Ticket-skipanini
- Framhaldsviðgera mál, sum eru í gongd og tryggja høgt kundanøgdsemi
- Tryggja greitt og støðugt samskifti um støðu og framgongd
- Savna og miðla afturmeldingar frá kundum til innanhýsis toymi
- Gera kundar varugar við nýggjar møguleikar við FarPay
Um teg
Ein stakgóður umsøkjari skal duga at arbeiða sjálvstøðugt og loysa fyrispurningar einsæris. Tú skalt veita eina haldgóða og professjonella tænastu við kundanum í miðdeplinum. Tú skalt klára at navigera í eini fjøltáttaðum gerandisdegi við starvsfeløgum í ymsum londum. Eisini skalt tú hava hug at halda teg dagførda/n um nýtt virkisføri og tryggja gott samstarv við starvsfelagar. Harumframt vænta vit, at tú ert:
- Treyst/ur og sjálvstøðug/ur
- Dugnalig/ur at samstarva og greiða frá fløkjasligum spurningum
- Úrslita- og loysnasinnað/ur
- Forvirkin og skipað/ur
- Professjonell/ur
- Góðskutilvitin og analytisk/ur
Víðfevnt innlit í bókhaldsskipanir og góð vitan um fíggjar- og roknskaparskipanir eru krav. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir skipanir sum e-conomic, Microsoft Dynamics 365, Business Central og Hubspot og hevur arbeiðsroyndir við dátugrunnum umvegis SQL. Tú skalt hava góðar skrivligar og málsligar málsligar førleikar bæði í donskum og enskum.
Hví velja FarPay?
Tú verður partur av einari væleydnaðari og slóðbrótandi fintech-fyritøku, sum setur kundan í høvuðssæti í øllum, tey gera. FarPay hevur eina haldgóða fíggjarstøðu og ein støðugt vaksandi kundaskara. Tú fært beinleiðis kundasamband bæði í Danmark og Føroyum, har tú hjálpir kundum við fyrispurningum til FarPay. Afturat hesum verður tú partur av einum dynamiskum og dugnaligum toymi við royndum leiðara. Tú fært ein gerandisdag í ljósum, nútímans skrivstovum hjá FarPay mitt í annaðhvørt Keypmannahavn ella Tórshavn – við einum hugnaligum umhvørvi beint uttan fyri hurðina.
Soleiðis søkir tú
Starvið verður umsitið av Talentum, og vit viðgera umsóknir so hvørt. Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnara, Sandra Lillie, á 📞 +45 53881499.
- Department
- Administration
- Lokationer
- FarPay

FarPay
A unique career - Join us
Om Talentum Partners
Svanevej 22, 1. sal
2400 København
+4553881499
Info@talentumpartners.dk
CVR: 45680584